Skip to content
Nelum
Laws of Faroe Islands

Regulation No. 53 on the Chief Veterinary Officer

Made 1975-07-07 · Text as of 2026-10-01

Public law and official guidance, published as research. Not legal, tax or financial advice.

About this law

Original title
Kunngerð nr. 53 frá 7. juli 1975: Reglugerð fyri landsdjóralæknan.
Language
Faroese
Kind
Regulation
Organisation
European Union
Country
Faroe Islands
Subjects
Livestock
Keywords
animal health, animal production, governance, institution, enforcement/compliance, data collection/reporting, monitoring

Where to read it

    No source link is recorded for this law.

Text

The law's own text, section by section, as held. Each section has its own link.

  1. § 1. Landsdjóralæknaembætið er stovnur undir landsstýrinum. Fyristøðumaðurin skal vera djóralækni. Landsstýrið avger mannaskipanina á stovninum til eina og hvørja tíð.

  2. § 2. Landsdjóralæknin hevur skyldu at røkja alt vanligt djóralæknastarv sum 1) at hava eftirlit við galdandi veterinerum fyriskipanum, 2) at fylgja við heilslulagnum hjá húsdýrunum í Føroyum og eftir tørvi í øðrum londum eisini, 3) at mæla til, tá ið tað tørvar at seta í verk fyriskipanir at fyribyrgja sjúkum hjá húsdýrum og annars at seta í verk tiltøk, sum eftir umstøðunum hava skund, at fyribyrgja sjúku og fylgjur av sjúku, 4) í samráð við royndarstovnar og aðrar sakkønar at gera kanningar til tess at vinna á dýrasjúkum yvirhøvur í landinum og gjølla fylgja við kanningum og royndum hesum viðvíkjandi aðrastaðni, 5) at hava umsjón við øllum veterinervirki í landinum, 6) at hava umsjón við veterinerum kanningum og eftirliti við matvørum og fóðurevnum sambært galdandi lógarreglum og somuleiðis við virkjum, sum framleiða, goyma, flyta og handla við matvørum og fóðurevni. 7) at hava umsjón við aling av fiski á landi og undir landi.

  3. § 3. Landsdjóralæknin skal í starvi sínum rætta seg eftir teim forskriftum, sum landsstýrið fyrisetur stovninum. Hann skal føra dagbók og á hvørjum ári innan 1. august senda landsstýrinum frágreiðing um starvið í farna árinum. Frágreiðingin skal m.a. hava upplýsing um: 1) smittandi sjúkur, sum gingið hava í landinum, og hvat tiltøk eru gjørd til fyribyrgingar av teimum, 2) aðrar upplýsingar um heilsustandin hjá húsdýrum yvirhøvur í landinum, 3) annað virksemi hjá stovninum.

  4. § 4. Landsdjóralæknin skal eftir umstøðum og førimuni vera fólki til hjálpar við vanligari djóralæknahjálp: 1) at viðgera ella ráðgeva um viðgerð av sjúkum dýrum, 2) at taka sær av øðrum virksemi, sum krevur veterineran kunnleika og skyn. Fyri tílíkt virki hevur landsdjóralæknin rætt til samsýning, sum landsstýrið ásetur. Hevur viðkomandi ikki ráð at rinda nakað ella einki, hevur landsdjóralæknin skyldu at vera honum til hjálpar kortini; tó skal landsstýrið rinda beinleiðis útreiðslur sum heilivág o.t. eftir rokning. Fyri ferðir eigur landsdjóralæknin dagpening sum aðrir tænastumenn eftir galdandi skipan og fær endurgoldið ferðaútreiðslur eftir rokning.

  5. § 5. Landsdjóralæknin kann ikki fara av landi uttan loyvi frá landsstýrinum, heldur ikki í longri tíð frá bústað sínum, uttan so at annar er í hansara stað. Landsdjóralæknin eigur somu frítíð sum aðrir tænastumenn. Hann hevur tó skyldu eisini í frítíðini at útinna tílík størv, sum ikki tola steðg.

  6. § 6. Landsdjóralæknin skal vera ráðgevandi hjá landsstýrinum og øðrum myndugleikum og skal geva ummæli í veterinerum málum, sum verða løgd fyri hann. Fyri ummæli í borgarligum málum hevur landsdjóralæknin rætt til samsýning.

  7. § 7. Henda reglugerð kemur í gildi beinanvegin, og samstundis fer reglugerð nr. 44 frá 28. august 1967 úr gildi.