Skip to content
Nelum
Laws of Faroe Islands

Act No. 40 on veterinary practice etc

Made 1999-04-23 · Text as of 2026-10-01

Public law and official guidance, published as research. Not legal, tax or financial advice.

About this law

Original title
Løgtingslóg um djóralæknavirksemi v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022.
Language
Faroese
Kind
Act
Organisation
European Union
Country
Faroe Islands
Subjects
Livestock
Keywords
animal production, authorization/permit, data collection/reporting, drugs, governance, enforcement/compliance, animal health

Where to read it

    No source link is recorded for this law.

Text

The law's own text, section by section, as held. Each section has its own link.

  1. § 1. Djóralæknavirksemi er: 1) At taka sjúkuavgerðir um dýr, ella um sýnið av dýrum, og at gera kanningar í tí sambandi. 2) At gera skurð- og aðrar pínuvaldandi viðgerðir av dýrum. 3) At seta í verk fulla ella staðbundna doyving av dýrum. 4) At gera kviðkanningar, taka út sáð, egg, og embryonir, ísáða og seta upp gitin egg, gera ílegubroytingar og aðra viðgerð í sambandi við nøring hjá dýrum. Loyvi til at gera ílegubroytingar ella til at gera royndir við ílegubroytingum kann ikki gevast, fyrrenn serstøk lóggáva fyri hetta økið er sett í gildi. 5) At taka dýr í viðgerð fyri sjúku, sum kemur undir galdandi lóggávu um smittandi sjúkur hjá dýrum. 6) At taka dýr í viðgerð fyri aðra sjúku, har ið veterinert innlit er ein fortreyt. 7) At taka dýr í viðgerð við nýtslu av forskriftaskyldigum heilivági, herundir serum og koppingarevni. 8) At reka djóralæknastovur og djórasjúkrahús. 9) At reka veterinerar starvsstovur. 10) At útinna veterinert matvøru- og slátureftirlit. 11) At geva veterinerar váttanir og ummæli um heilsustøðuna hjá dýrum og úrdráttum av dýrauppruna. 12) At útinna annað virksemi, har ið djóralæknaútbúgving er av stórum týdningi. Løggilding av djóralæknum

  2. § 2. Rætt til at útinna djóralæknavirksemi í Føroyum og bera heitið djóralækni hevur einans tann, ið er løggildur sum djóralækni av landsstýrismanninum. Stk. 2. Um djóralæknavirksemi verður rikið sum vinnufelag, skulu eigararnir, ábyrgdarhavandi leiðari, og onnur við sjálvstøðugum arbeiðsøki, vera løggild eftir §§ 3 ella 6 Stk. 3. Landsstýrismaðurin almannakunnger nøvn á teimum, ið verða løggild eftir §§ 3 ella 6, ella góðkend eftir § 7.

  3. § 3. Løggilding sum djóralækni verður veitt eftir umsókn til persónar, sum hava fingið djóralæknaprógv á fróðskaparsetursstøði í Norðurlondum. Stk. 2. Løggilding kann somuleiðis veitast persóni, ið hevur staðið djóralæknaprógv á fróðskaparsseturstøði uttan fyri Norðurlond. Løggildingin kann tá verða treytað av, at umsøkjari hevur fingið útbúgving í ávísum lærugreinum á fróðskaparligum støði í einum av Norðurlondunum. Við løggildingini kunnu fylgja avmarkingar í rættinum hjá honum at útinna djóralæknavirksemi. Eisini kann løggildingin verða tíðaravmarkað. Stk. 3. Tann, ið verður løggildur sum djóralækni, skal duga føroyskt ella eitt av hesum málum: danskt, íslendskt, norskt ella svenskt, og geva djóralæknalyftið, sum er orðað av landsstýrismanninum. Stk. 4. Djóralækni, sum er 70 ár, skal á hvørjum ári søkja um at fáa løggildingina longda, um hann framhaldandi ætlar at virka sum djóralækni.

  4. § 4. Landsstýrismaðurin kann sýta einum djóralækna løggilding, um so er, at hann má haldast at vera óegnaður at útinna djóralæknavirksemi vegna varandi ella við millumbilum tvørrandi sálarjavnvág ella tvørrandi andsførleika, um so hetta er av sinnissjúku, øðrum sálarligum veikleika, misnýtslu av alkoholi, øðrum rúsandi evnum ella líknandi. Slík mál skulu leggjast fyri landslæknan til ummælis. Løggildingin kann harafturat sýtast undir teimum í revsilógini § 78, stk. 2 nevndu umstøðum.

  5. § 5. Ein djóralækni kann ikki uttan serligt loyvi nevna seg serfrøðing. Landsstýrismaðurin kann geva eitt slíkt loyvi eftir tilmæli frá landsdjóralæknanum og norðurlendskari serfrøðinganevnd á viðkomandi fakøki, ella frá norðurlendskum djóralæknafrøðiligum fróðskaparsetrum. Stk. 2. Akademisk heiti, sum eru fingin við altjóða viðurkend fróðskaparsetur, kunnu verða nýtt av djóralæknum, um skjalprógv fyri hesum er lagt fyri landsdjóralæknan, og hesi akademisku heiti ikki kunna mistakast fyri serfrøðingaheiti. Avmarkað løggilding av persónum við aðrari náttúruvísindaligari útbúgving

  6. § 6. Eftir umsókn kann ein persónur við øðrum náttúruvísindaligum læruprógvi enn djóralæknaprógvi frá fróðskaparsetri, sum er altjóða viðurkent, verða løggildur av landsstýrismanninum at útinna avmarkað virksemi, sum annars einans kann útinnast av djóralæknum. Stk. 2. Treytin fyri at fáa avmarkaða løggilding er, at umsøkjari hevur útbúgving á avarðandi fakøki, sum er á minst sama støði, sum djóralæknaútbúgving. Stk. 3. Avmarkaða løggildingin verður latin ella sýtt eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løggilding av djóralæknum. Stk. 4. Í løggildingini verða ásettar tær neyvaru treytirnar fyri rættindunum hjá viðkomandi at útinna virksemi. Stk. 5. Persónar við avmarkaðari løggilding kunnu ikki nýta starvsheiti, sum kunnu mistakast fyri djóralækna ella veteriner. Góðkenning av persónum við aðrari útbúgving

  7. § 7. Persónar, sum við vinnuendamáli geva veitingar fyri onnur innan serrøkt, kynbótaarbeiði, sjúkufyribyrging, matvøru- og slátureftirlit, skulu góðkennast av landstýrismanninum. Stk. 2. Persónar, sum av og á og undir ábyrgd og eftir leiðbeining djóralækna geva tær í stk. 1 nevndu veitingar, nýtast ikki at verða góðkendir. Stk. 3. Ikki er loyvt persónum, sum ikki eru góðkendir eftir hesari lóg at nýta starvsheiti, sum kunnu geva ta fatan, at avvarðandi eru góðkendir. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari krøv til útbúgving og útinnan av virksemi hjá teimum í stk. 1 umrøddu persónum. Skyldur djóralæknanna

  8. § 8. Ein djóralækni hevur skyldu at sýna nærlagni og at vera samvitskufullur við útinnan av virksemi sínum. Stk. 2. Ein djóralækni skal røkja sín fakliga førleika og kunnleika og tryggja dygdina á sínum tænastuveitingum samsvarandi almennum fakligum og siðalagsligum reglum.

  9. § 9. Ein djóralækni skal grunda sína klinisku sjúkuavgerð á starvsstovukanning, tá henda kann vera av týdningi fyri røttu viðgerðina, ella kann sanna ella avsanna illgruna um smittandi sjúku, ið er fevnd av lóggávuni um smittandi sjúku hjá dýrum. Stk. 2. Fær ein djóralækni illgruna um, at eitt dýr er rakt av sjúku, sum kemur undir lóggávuna um smittandi sjúkur hjá dýrum, skal hann alt fyri eitt boða landsdjóralæknanum frá hesum.

  10. § 10. Ein djóralækni skal av sínum eintingum kunna dýraeigara ella tann, sum hevur eitt dýr í hondum, um kanning, sjúkuavgerð, hóskandi viðgerðarmøguleikar, útlit ella vánir, eins og um møguligar ampar og hjáárin við ella av kanning og viðgerð av dýrinum. Stk. 2. Stendst skaði ella óhapp í sambandi við kanning ella viðgerð av dýrinum, skal djóralæknin kunna dýraeigaran ella tann, sum hevur dýrið í hondum, um hetta.

  11. § 11. Ein djóralækni hevur skyldu til eftir umbøn at veita bráðfeingishjálp til neyðstatt dýr, har ið bráðfeingishjálp má roknast at vera neyðug. Hevur djóralæknin lógligt forfall, er hann frítikin fyri umrøddu skyldu, og skal, um aðrir djóralæknar eru tøkir, vísa til teirra. Stk. 2. Eitt neyðstatt dýr er: 1) illa meitt dýr, og dýr við burðartarni, 2) dýr við sjúku, ið krevur bráða viðgerð við atliti til tess lekidóm ella vælferð, og har viðgerðin krevur djóralæknakunnleika, 3) dýr, ið hevur fingið, ella er undir illgruna at hava fingið smittandi sjúku, ið er fevnd av lóggávuni um smittandi sjúkur hjá dýrum. Stk. 3. Um ein djóralækni metir at eitt neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 1 og 2, kann flytast uttan at tess støða gerst verri av tí grund, kann hann krevja, at dýrið verður flutt til djóralæknastovu. Stk. 4. Um ein djóralækni, vegna veður ella truplar ferðamøguleikar, ikki kann fara til eitt neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 1 og 2, hevur hann skyldu til at veita dýraeigaranum neyðuga leiðbeining og hjálp á annan hátt. Stk. 5. Neyðstatt dýr, ið kemur undir stk. 2, nr. 3, skal altíð skjótast gjørligt vitjast av djóralæknanum í tí dýrahaldinum, har dýrið ella dýrini eru.

  12. § 12. Djóralækni hevur skyldu til 1) at kunna landsdjóralæknan um bústað sín, 2) at taka á seg veterinert arbeiði innan sítt vanliga virkisøki, sum liður í almennari niðurberjing av smittandi sjúkum hjá dýrum, 3) at taka á seg øll sløg av veterinerum arbeiði, tá týdningarmiklar samfelagsligar grundir eru fyri tí, 4) eftir kravi at lata landsdjóralæknanum frágreiðingar og fráboðanir við tí endamáli at staðfesta ella berja niður sjúkur hjá dýrum, 5) at geva landsdjóralæknanum upplýsingar um viðurskifti í sambandi við útinnan av djóralæknavirksemi, 6) at byggja sínar frágreiðingar, ummæli og váttanir á gjølligar kanningar og skrásetingar, 7) at varðveita sjúkradagbøkur og onnur skjøl í sambandi við útinnan av djóralæknavirksemi í minsta lagi í 5 ár.

  13. § 13. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri, í hvørjum vavi og á hvønn hátt djóralæknar skulu skráseta partar av virksemi sínum við atliti til fráboðanar- og meldiskyldu teirra. Stk. 2. Landstýrismaðurin kann krevja ella seta forboð fyri, at djóralækni ger brúk av ávísari tøkni, framferðarhátti, hjálparamboðum og heilivági til sjúkuavgerð, fyribyrgjan og viðgerð av sjúku hjá dýri, tá hetta verður gjørt við atliti til at tryggja vælferð dýranna, at fremja niðurberjing av sjúku hjá dýri, ella at forða fyri heilsuvanda í matvøru, sum er av dýrauppruna.

  14. § 14. Ein djóralækni hevur tagnarskyldu um privat og rakstrarlig viðurskifti, sum hann fær kunnleika um í sambandi við útinning av djóralæknavirksemi. Stk. 2. Tagnarskyldan er tó ikki galdandi mótvegis avvarðandi almenna myndugleika fyri brot á lóggávuna um heilivág, sjúkur og vælferð hjá dýrum, eins og matvørulóggávuna. Stk. 3. Tagnarskyldan er heldur ikki galdandi mótvegis landsdjóralæknanum í tann mun viðurskiftini viðvíkja lógarøki, ið landsdjóralæknin fyrisitur.

  15. § 15. Ein djóralækni má ikki reka, vera starvsettur hjá ella hava fíggjarlig áhugamál í øðrum virki ella fyritøku, sum ger, at ivi kann vera um gegni hansara sum djóralækni í mun til dýraeigaran. Stk. 2. Ein djóralækni má ikki reka, vera starvsettur hjá ella hava fíggjarlig áhugamál í apotekaravirki ella øðrum virki, sum framleiðir, selir ella marknaðarførir heilivág, sum er tilskilaður apoteksverkinum burturav. Stk. 3. Ein djóralækni kann ikki taka ímóti samsýning ella øðrum gjaldi frá teimum í stk. 1 og 2 nevndu virkjum og fyritøkum, uttan so at hetta frammanundan er góðkent av landsdjóralæknanum. Stk. 4. Landsdjóralæknin kann eftir umsókn geva undantaksloyvi frá stk. 1.

  16. § 16. Ein djóralækni skal tekna trygging móti møguligari endurgjaldsábyrgd í sambandi við útinning av djóralæknavirksemi. Stk. 2. Tryggingin skal eisini fevna um ta ábyrgd, sum liggur á starvsfólki hjá djóralækna, tá ið tey arbeiða undir hansara ábyrgd. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta eina minstu tryggingarupphædd. Stk. 4. Djóralæknar, ið eru starvssettir hjá tí almenna, koma ikki undir ásetingina í stk. 1.

  17. § 17. Persónar við avmarkaðari løggilding eftir § 6 ella við góðkenning eftir § 7 hava somu skyldu innan teirra løggildingar- ella góðkenningarøki, sum djóralæknar hava. Fyriskriving og úflýgging av forskriftaskyldugum heilivági til dýr

  18. § 18. Viðgerð av dýrum við forskriftaskyldigum heilivági, kann einans fara fram eftir forskrift frá djóralækna. Einans djóralæknar og apotek kunnu útflýggja forskriftaskyldugan heilivág til viðgerð av dýrum. Stk. 2. Forskriftaskyldugur heilivágur í hesi lóg er at skilja sum forskriftaskyldugur heilivágur, ið er umfataður av lóg um apoteksverkið og heilivág.

  19. § 19. Ein djóralækni kann einans fyriskriva forskriftaskyldugan heilivág til viðgerð av dýri, tá ið hann sjálvur hevur tikið avgerð um viðgerðina. Stk. 2. Avgerðin skal verða tikin av djóralæknanum 1) eftir eina fakliga fullgóða kliniska kanning av dýri ella eftir kanning av heilsustøðuni í dýrahaldinum, sum djóralæknin sjálvur hevur gjørt, ella 2) eftir at hava skorið upp deytt dýr, kannað tilfar frá dýri, ella fingið tilfarið kannað á einari av almennum myndugleika viðurkendari starvsstovu. Stk. 3. Í teimum í stk. 2 nr. 1 nevndu førum, kann djóralækni fyriskriva og útflýggja neyðugan heilivág til viðgerð av dýrum ella til fyribyrging av sjúku í dýrahaldinum. Stk. 4. Í teimum í stk. 2, nr. 2 nevndu førum kann djóralæknin fyriskriva neyðugan heilivág, men útflýggingin skal vera frá apoteki ella frá apoteksins neyðgoymslu av heilivági.

  20. § 20. Hóast ásetingarnar í § 19 kann ein djóralækni fyriskriva forskriftaskyldugan heilivág: 1) eftir at hava kannað sjúkueyðkenni og – gongd hjá dýrunum saman við eigaranum ella tí, sum hevur dýrini í hondum, ella 2) eftir at hava kannað tørvin á forskriftaskyldugum heilivági til fyribyrgjandi viðgerð av dýrum saman við eigaranum ella tí, sum hevur dýrini í hondum, ella 3) eftir at hava kannað tørvin fyri, at dýraeigarin ella tann, sum sum hevur dýrini í hondum, hevur tøkan forskriftaskyldugan heilivág til viðgerð av dýrum. Stk. 2. Heilivágur, ið verður fyriskrivaður eftir stk. 1, skal verða útflýggjaður frá apoteki ella frá apoteksins neyðgoymslu av heilivági. Tað er ein fortreyt, at djóralæknin hevur slíkan kunnleika til heilsustøðuna í dýrahaldinum og til dýraeigaran ella tann, sum hevur dýrini í hondum, ella til heilsustøðuna sum heild hjá ávísum dýraslag í ávísum øki, at tað er ráðiligt at taka avgerðina á hesum grundarlag.

  21. § 21. Tá djóralækni fyriskrivar ella útflýggjar forskriftaskyldugan heilivág, skal hann veita nágreiniliga leiðbeining um, hvussu heilivágurin skal goymast og brúkast, herímillum um afturhaldstíðarskeið aftaná nýtslu av heilivági.

  22. § 22. Um so er, at landsdjóralæknin heldur tað vera ynskiligt, at eftirlit verður hildið við djóralæknafyriskriving av rúsandi evnum, kann landsdjóralæknin áleggja djóralækna at gera gjølligar átekningar um hesar fyriskrivingar, herundir um tíð, slag og nøgd, dýraslag, navn og bústað eigarans, eins og grundgeving fyri fyriskrivingini, og at senda hesar átekningar til landsdjóralæknan eftir nærri ávísing haðani.

  23. § 23. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við heilsuætlanir áseta aðrar reglar fyri fyriskriving og útflýgging av forskriftaskyldugum heilivági til dýr, hagapartar og líknandi eindir av dýrum. Afturtøka av løggilding og rættindum

  24. § 24. Er orsøk at halda, at ein djóralækni ikki framhaldandi kann útinna sítt virksemi á fullgóðan hátt vegna varandi ella við millumbilum tvørrandi sálarjavnvág ella tvørrandi andsførleika, um so hetta er av sinnissjúku, øðrum sálarligum veikleika, misnýtslu av alkoholi, øðrum rúsandi evnum ella líknandi, kann løggildingin verða tikin aftur. Somuleiðis kann løggildingin verða tikin aftur vegna sýndan grovan ódugnaskap, ella um djóralækni hevur gjørt seg sekan í viðurskiftum, sum nevnd eru í revsilógini § 78 stk. 2. Stk. 2. Undir samsvarandi treytum, sum nevndar eru í stk. 1, kann løggilding hjá djóralækna verða skerd við afturtøku av 1) rættinum at útinna sjálvstøðugt virksemi sum praksisdjóralækni, 2) rættinum at útinna alment virksemi í sambandi við niðurberjing av sjúku hjá dýrum, 3) rættinum at fyriskriva og útflýggja forskriftaskyldugan heilivág, 4) rættinum at fyriskriva og útflýggja rúsandi evni, ella 5) einum ella fleiri av teimum í § 1 nevndu rættindum. Stk. 3. Afturtøka av løggilding ella rættindum eftir stk. 1 og 2 kann vera tíðaravmarkað ella varandi.

  25. § 25. Mál um afturtøku av løggilding ella rættindum hjá djóralækna vegna tvørrandi sálarjavnvág ella tvørrandi andsførleika, skal leggjast fyri landslæknan til ummælis. Stk. 2. Avgerð um at taka aftur løggilding ella rættindi, kann leggjast fyri rættin innan eina freist upp á 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboða viðkomandi, og skal hetta vera upplýst í avgerðini. Stk. 3. Krevur avvarðandi djóralækni, at málið skal fyri rættin, reisir landsstýrismaðurin sakarmál móti avvarðandi djóralækna eftir borgarligu rættargangsreglunum. Stk. 4. Krav um sakarmálsviðgerð steðgar afturtøkuni; men dómstólurin kann við úrskurði gera av, at avvarðandi djóralækni undir sakarmálsviðgerðini ikki kann gera nýtslu av umrøddu løggilding ella rættindum. Um avgerð, ið er tikin av landsstýrismanninum, fær viðhald við dóminum, kann tað í dóminum verða avgjørt, at kæra ikki setir steðg.

  26. § 26. Ein djóralækni kann hjá landsstýrismanninum fráskriva sær løggilding sína, ella rættin til at fyriskriva rúsandi evni. Fráskrivingin kann vera tíðaravmarkað ella varandi.

  27. § 27. Er løggilding ella rættindi afturtikin smb. §§ 24-25 við tíðaravmarking, kunnu hesi fáast aftur eftir umsókn, tá ið ásetta tíðarskeiðið er farið. Umsóknin verður viðgjørd eftir ásetingunum í §§ 2-4. Stk. 2. Løggilding ella rættindi, sum ein djóralækni hevur fráskrivað sær smb. § 26, verða latin viðkomandi aftur, tá ásetta tíðarskeiðið fyri fráskrivingina er runnið, og annars eftir fráboðan til landstýrismannin.

  28. § 28. Fyri persónar við avmarkaðari løggilding eftir § 6 ella aðrari góðkenning eftir § 7 galda somu reglur fyri afturtøku, fráskriving og endurveiting av rættindum, sum fyri djóralæknar. Sáttmálar, samsýning og gjald fyri djóralæknahjálp

  29. § 29. Sum samsýning fyri sína veiting kann ein djóralækni ikki taka meira, enn hóskiligt er eftir slag og vavi av veitingini. Sum gjald fyri flutning og nýtta tíð í sambandi við flutning kann ikki verða tikið meira, enn hóskiligt er. Stk. 2. Fyri persónar við avmarkaðari løggilding ella góðkenning eftir § 6 og § 7 galda somu reglur, sum fyri djóralæknar.

  30. § 30. Landsstýrismaðurin kann eftir samráð við djóralæknar áseta samsýning fyri djóralæknatænastu í sambandi við almenna niðurberjing av smittandi sjúku hjá dýrum, og í sambandi við aðrar almennar uppgávur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmála við djóralæknar, um eina skipan fyri veitan av djóralæknahjálp kring landið, og um gjald fyri slíka skipan. Aðrar ásetingar

  31. § 31. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um góðkenning og um rakstur av djóralæknastovum og veterinerum starvsstovum.

  32. § 32. 1) 2) Heimildir, ið landsstýrismaðurin hevur eftir §§ 2-7, 13, 16, 23 og §§ 24-31, kann hann lata til annan myndugleika. Avgerðir hjá hesum myndugleika kunnu kærast til Føroya Kærustovn.

  33. § 33. Landstýrismaðurin kann seta eitt djóralæknafrøðiligt ráð til at vera ráðgevi í veterinermedisinskum málum, málum í sambandi við hesa lóg og øðrum málum í sambandi við djóralæknavirksemi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri virkseminum hjá ráðnum.

  34. § 34. Brot á § 2, stk. 1, § 5, § 8, stk. 1, § 9, stk. 2, § 10, § 11, stk. 1, § 12, nr. 2, 3, 5 og 6, § 14, stk. 1, § 15, stk. 1-3, § 16,

  35. § 18, stk. 1, § 19, § 20 og § 21 verður revsað við sekt. Stk. 2. Tann, sum letur vera við at geva upplýsingar, ið eru kravdar eftir § 12, nr. 4-5, verður revsaður við sekt. Gevur hann rangar ella villleiðandi upplýsingar, verður hann revsaður við sekt, um ikki harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu. Somuleiðis verður tann revsaður, sum letur vera við at fylgja boðum eftir § 22. Stk. 3. Í fyriskipanum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann verða ásett, at brot á fyriskipanirnar kunnu verða revsað við sekt. Stk. 4. Verður brotið framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.

  36. § 35. Persónar, sum hava fingið djóralæknaprógv á fróðskaparseturstøði í norðurlondum, og sum virka sum djóralæknar í Føroyum, tá ið hendan lóg verður sett í gildi, kunnu framhaldandi virka sum djóralæknar í 6 mánaðar eftir, at lógin er sett í gildi, uttan at vera løggildir. Eftir hetta tíðarskeið kunnu bert persónar, ið eru løggildir eftir §§ 3-5 virka sum djóralæknar. Stk. 2. Sama er galdandi fyri persónar sum eftir lógini skulu løggildast eftir § 6 ella góðkennast eftir § 7.

  37. § 36. Henda lóg kemur í gildi hin 1. juni 1999. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður 1) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 ljóðar soleiðisi: “ Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”

Act No. 40 on veterinary practice etc · Nelum