تخطَّ إلى المحتوى
Nelum
قوانين جزر فارو

Regulation No. 93 on the keeping of fur-bearing animals

صدر في 1986-08-15 · النص بتاريخ 2026-10-01

القانون العام والإرشادات الرسمية منشورة بوصفها أبحاثاً. ليست مشورة قانونية أو ضريبية أو مالية.

البحث نفسه مكتوب بالإنجليزية. العناوين والوسوم مترجمة؛ أما النتائج والاقتباسات فغير مترجمة.

عن هذا القانون

العنوان الأصلي
Kunngerð av reglugerð viðvíkjandi loðdjórahaldi.
اللغة
Faroese
النوع
لائحة
المنظمة
European Union
الدولة
جزر فارو
الموضوعات
Livestock
الكلمات المفتاحية
animal by-products, animal production, animal health, animal welfare, biosecurity, hygiene/sanitary procedures, data collection/reporting, quarantine, transport/storage, authorization/permit, enforcement/compliance, inspection, offences/penalties

أين تقرؤه

    لا يوجد رابط مصدر مسجل لهذا القانون.

النص

نص القانون نفسه، مادةً مادة، كما هو محفوظ. لكل مادة رابطها.

  1. § 1. Landbúnaðarráðgevarin hevur eftirlit við loðdjóragørðum, og at henda reglugerð verður hildin. Eftirlitið fer fram ikki færri enn tvær reisur um árið.

  2. § 2. Tá loðdjór verða innflutt, skal landsdjóralæknin vissa seg um, at við loðdjórum fylgja tær kravdu váttanir og aðrar upplýsingar, sum treytaðar vóru, tá innflutningsloyvi varð givið. 2. stk. Loðdjórini verða beinan vegin sett í sóttverju. Sóttverjan varar so leingi, sum landsdjóralæknin heldur tað vera neyðugt, tó ikki styttri enn 12 mánaðir. Ikki er loyvt at selja, geva ella á annan hátt avhenda loðdjór úr garðinum, meðan sóttverjan stendur við, og ikki fyrr enn landsdjóralæknin loyvir. Tann, sum hevur dýrini um hendur, skal uttan drál lata landsdjóralæknan vita, um sjúka tekur seg upp, og øll ræ av deyðum dýrum skulu sendast til kanningar eftir fyriskipan landsdjóralæknans. 3. stk. So leingi landið ikki hevur hóskandi sóttverjustøð, hevur eigarin skyldu at útvega hesa og hava dýrini í sóttverju fyri egna rokning og ábyrgd.

  3. § 3. Tann, sum ætlar at byrja loðdjórahald, skal senda landsstýrinum umsókn um at fáa loyvi. Við umsókini skulu fylgja greiniligar upplýsingar um bygging, bygningshátt, hvar garðurin skal standa, og hvussu nógv dýr ætlanin er at hava á garðinum. Eisini skal við umsókn fylgja ummæli frá bygdar- ella býráð, friðingar- og heilsunevnd. Góðkenning frá landsstýrinum verður treytað av, at loðdjórahald ikki byrjar fyrr enn allar treytir eru loknar, jbr. § 4, og at prógvað er, at fyri dagliga rakstrinum stendur fólk við ið hvussu er einum ára roynd í ansing, fóðurgeving og viðferð av loðdjórum. 2. stk. Til at byggja ella byggja aftur at loðdjóragarði krevst loyvi frá landsstýrinum. Ikki er loyvt at nýta tað, sum bygt er afturat, ella nýbygningar, fyrr enn búnaðarráðgevarin ella umboðsmaður hansara hevur góðkent byggingina.

  4. § 4. Garðar til minkahald skulu hava trífaldað verju: búr, hús og girðing, umframt fellur, glúpar og tengur v.m. a) Netbúr: Minkabúr skulu vera úr metal-neti, dupult galvaniserað ella tilsvarandi haldgott metal, meskavídd 1” x1” nr. 15 og botntráður 11/2” x 1” nr. 15. Millum búrini skal vera tvífalt net, meskavídd 1/2” x 1” nr. 16. Meskavídd og tráður verða annars soleiðis, sum standardframleiðslan er. Búrini skulu vera ið hvussu er 30 x 40 x 90 cm til hvølpar, 23 x 43 x 90 cm til tíkar og 30 x 43 x 90 cm til alibúr. b) Djóratætt hús: Húsið skal setast á grund úr skervbetong, metali, rotvardum timbri ella øðrum haldgóðum tilfari, sum er grivin niður á hellu ella, har sum fast er undir, ið hvussu er 40 cm niður. Við útrokning av grund skal vera roknað við ið hvussu er vindágangi 150 kg/m2. Takt skal vera við galv, plátum ella tilsvarandi sterkum tilfari og takrenna skal vera á, somuleiðis takvindeygu/ljósplátur, sum geva gott og javnt ljós. Gólvið í húsinum skal vera turt og væl avveitt og við ið hvussu er 15 cm grúsi ella sandlagi, ella øðrum líka góðum tilfari. Galvar og hurðar skulu vera úr viði, jarni ella tilsvarandi haldgóðum tilfari. Um húsaveggirnir ikki hava tættan klædning, skulu teir vera úr metalneti, sum er fest á grindir (rammur), soleiðis at tað ber til at sópa undan búrunum við at lata upp netgrindirnar ella lyfta tær upp. Millum húsini skulu vera ið hvussu er 3 metrar. Í húsum við 2 røðum av búrum kann metalnet verða sett upp báðumegin miðgongdina, t.v.s. at net verður spent úr grund upp undir búrini og frá ovara kanti á búrunum upp undir tak, soleiðis at gongdin verður djóratøtt. Verður hetta gjørt, er ikki neyðugt við tøttum klædningi til veggirnar. Hurð í minkahúsi skal lata seg aftur sjálv og skal haldast læst. c) Girðing: Um minkagarð skal vera djóratøtt, álítandi girðing at forða fyri, at djórini sleppa út og at verja fyri órógvi uttanífrá. Girðingin skal vera ið hvussu er 4 metrar frá minkahúsum og hæddum í lendinum. Girðingin oman jørð skal í minsta lagi vera 180 cm. Styrkin á girðingini skal vera gjørd eftir reglum um vindmegi, og skal hon roknast eftir eini vindmegi upp á ið hvussu er 50 m/sek., og annars eftir veðurumstøðunum á staðnum. Grindin skal vera klædd innan við metalneti ella tilsvarandi sterkum tilfari. Grundin undir girðingini skal vera úr skervbetong ella líka haldgóðum tilfari og ganga ið hvussu er 40 cm niður í jørð. Á ovara kanti á girðingini skal vera fest ein jarn- ella alminiumál 50 cm til breiddar soleiðis, at hon hevur 120° (vinkul) við girðingina fyri innan. Báðumegin við klædningin skal vera fylt við grúsi ella grovum skervi (ikki sandi). Um kavi legst meiri enn 80 cm tjúkkur innan fyri girðingina, skal hann verða burturbeindur 1,50 m frá girðingini. Øll gongd um girðingina skal vera gjøgnum forstovu, sum girðingin er áføst við báðumegin. Hurðarnar skulu lata aftur sjálvar, og tær skulu kunna læsast. Fyri durum, sum koyrt verður um, skulu vera rennihurðar, og tær skulu bert kunna latast upp innanífrá, og soleiðis gjørdar, at ytra og innara hurðin ikki standa opnar samstundis. 2. stk. Landsstýrið kann, eftir tilmæli frá landbúnaðarráðgevaranum, geva loyvi til annan bygningshátt, t.d. innilokaða høll, um hesin bygningur annars hevur trífaldaða verju. 3. stk. Í hvørjum minkagarði skal vera eitt ásett tal av minkafellum, og nakrar teirra skulu altíð vera til taks innan fyri girðingina, um minkur sleppur út. Eisini skulu vera í hvørjum minkagarði nakrir glúpar, tengur og onnur hent amboð at fanga mink við. 4. stk. Í hvørjum loðdjóragarði er skylda at halda nágreiniliga skrá yvir øll dýr í garðinum: Lívdjór, nýlagdar hvølpar og eisini hvølpar og fullvaksin dýr, sum doyggja. Øll dýr, sum misfarast, skulu verða brend beinanvegin, um tey ikki verða send til rannsóknar. 5. stk. Landbúnaðarráðgevarin hevur rætt til eina hvørja tíð at lata loðdjóragarð kanna, um hann er í lógligum standi, og at fyrisett krøv verða hildin, og at tal av dýrum samsvarar bókum eigarans jbr. 1., 2., 3. og 4. stk. Finnur landbúnaðarráðgevarin, at ábøtur eru neyðugar, hevur eigarin skyldu beinavegin at gera tær eftir hansara ráðum.

  5. § 5. Kaninir. Girðingin skal vera ið hvussu er 1,5 m til hæddar og grivin niður í jørð skrátt inneftir í minsta lagi 25 cm, ella soleiðis frágingin, at djórini ikki fáa grivið seg út úr girðingini. Tjúkd á tráðnum skal ikki vera minni enn 1,65 mm og meskavídd ikki meiri enn 5,2 cm. 2. stk. Kaninbúr til løður skal ikki vera minni enn 80 cm langt, 75 cm breitt og 60 cm høgt. Til ungt djór, upp til fýra mánaða gomul, og drápsdjór, 40 cm breitt og 40 cm høgt. 3. stk. Fjalir í køssum skulu ikki vera tynnri enn 12,5 mm, og pløgdar fjalir skulu vera í gólvinum uttan so, at tráðnetsbotnur er í køssunum og skuffa undir.

  6. § 6. Søla av minki innanlands er ikki loyvd, uttan tann, sum keypir og tann minkagarður, sum dýrini skulu flytast til, hava fingið góðkenning landsstýrisins. Allar sølur skulu skrásetast hjá seljaranum. Tá ið lívdýr verða flutt millum minkagarðar ella til sláturs, skal flutningurin vera í tryggum netbúrum og í afturlatnum flutningsførum undir løgreglueftirliti. 2 fullvaksin dýr mugu ikki verða flutt saman í netbúri uttan skilarúm, og ikki fleiri enn 2 hvølpar, sum tá ikki skulu vera eldri enn 3 mánaðir.

  7. § 7. Landbúnaðarráðgevarin og landsdjóralæknin hava samvinnu um strangt eftirlit við reinføri í loðdjóragørðum. Hesum reingerisreglum verður at fylgja: a) Búr og reiður skulu verða reinsað tvær reisur um vikuna. b) Undir búrunum skal vera sandlag, sum skal verða skift tvær reisur um árið ella oftari, um tørvur er á tí vegna vætu og skitt, um ikki aðrir hentleikar verða gjørdir, ið kunnu halda garðin minst líka reinan sum eftir frammanfyri settu krøvum. Gongirnar skulu vera stoyptar. c) Í minsta lagi eina ferð um vikuna skal skarn og rusk verða sópað undan búrunum Tøðini skulu verða goymd í serligum køstum, um tey ikki verða fyribeind beinanvegin. Vognar og amboð, sum nýtt verða til sópingar, skulu beinanvegin verða skolað væl og virðiliga. d) Fóður skal verða goymt í serligum goymslum, bleytfóður skal verða kølt ella fryst. Øll tól, sum nýtt verða til fóðurgerð og geving, skulu verða reinsað dagliga eftir nýtslu. Í fóðurvirkishúsum skulu veggir vera flíslagdir, gólv tættstoypt, ella av øðrum haldgóðum tilfari, soleiðis at lætt er at halda reint við at skola. e) Rottur og mýs og flugur skulu verða útruddaðar innanveggja í loðdjóragarðinum.

  8. § 8. Óviðkomandi eiga onga atgongd til garðin uttan við loyvi frá eigaranum. Garðurin skal vera læstur uttan fyri arbeiðstíð.

  9. § 9. Landsstýrið kann seta reglur um evni til nýtslu við avlíving av loðdjórum.

  10. § 10. Um loðdjór sleppa út, skal hann, sum ansar eftir garðinum, beinanvegin fáa fólk at taka ella veiða dýrini og samtíðis uttan drál boða landbúnaðarráðgevaranum og løgregluni frá. 2. stk. Brot móti hesi reglugerð verða revsað við bót. Brot við vilja ella av stórum gáloysni hava við sær, at loyvið til at hava loðdjórahald kann verða afturtikið. Mál í samband við brot móti hesi reglugerð verða viðgjørd sum løgreglumál.

  11. § 11. Henda reglugerð fær gildi beinan veg og samstundis fer reglugerð nr. 7 frá 21. januar 1983 viðvíkjandi minkahaldi úr gildi.

Regulation No. 93 on the keeping of fur-bearing animals · Nelum